Maskinmeistarafelagið hevur havt aðalfund í dag. Á skránni var eitt nú nevndarval. Fyri vali til nevndina stóðu Jóan Petur Patursson og Petur Egholm og vórðu teir báðir afturvaldir.
Til tiltakslimir vórðu valdir Fróði Mortensen og Eirikur Gunnarsson.
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum er nú soleiðis skipað:
Páll Hansen er formaður
Regin Olsen er næstformaður
Jørgin Mørkøre, Jóan Petur Patursson og Petur Egholm, eru nevndarlimir.