Maskinmeistarafelagið fingið búmerki

Seinasta fríggjadag varð vinnarin til búmerki, hjá Maskinmeistarafelagnum avdúkaður. Hetta hendi á samkomu í nýggju húsunum, við Grønlandsvegin í Havn, sum alment vórðu tikin í nýtslu henda dagin

Tað var 24 ára gamli, Hans Juul Nýstrøm úr Klaksvík, ið gjørdist vinnari av búmerkjakappingini, sum Maskinmeistarafelgið útskrivaði fyrr í ár.
Tá freistin at senda búmerki inn var úti, høvdu 25 fólk sent inn góð 30 uppskot.
Maskinmeistarafelagið nýtti ein listamann og ein grafikara at rágeva sær, tá dømast skuldi.
Búmerki ímyndar tvey tannhjul, ið eru skild sundur við aldum. Tað er ivaleyst upp til hugflogið hjá tí einstaka, hvat hann fær burturúr hesum búmerki. 
Arbeiðsøkið hjá einum maskinmeistara fyrigongur bæði á sjógvi og landi, so ein kann hugsa sær, at Hans Juul hevur ynskt at samanbinda sjógv og land, tá hann teknaði.
Maskinmeistarafelagið varð stovnað, 29. apríl 1941. Nú, góð seksti ár seinni hevur felagið fingið egin hús og búmerki.