Maskinmeistaraútbúgvingin í vanda

Líka síðani stovnanina hevði Maskinmeistaraskúlin vánaligar hølisumstøður og tí var tað eitt stórt framstig fyri skúlan, tá ið flutt varð í bygningin við Krákugjógv fyri nøkrum árum síðani og alt virksemi skúlans umsíðir var samlað undir einum taki.

Yvirlýsing
Maskinmeistarafelagið

Hesin bygningur er síðani serliga tillagaður útbúgving av maskinmeistarum, soleiðis at umstøðurnar hjá lærarum og næmingum hava verið rættiliga góðar.
Fyri einum árum síðani komu so boðini um, at ástøðiliga undrivísingin á maskinmeistaraútbúgvingini skuldi flytast út á Føroya sjómansskúla meðan verkligi parturin framhaldandi skuldi fara fram undir Krákugjógv.
Hetta var eitt sera álvarsligt mistak. Hølini á Føroya sjómansskúla vóru als ikki á sama støði, sum á skúlanum undir Krákugjógv. At hava ástøðiligu undirvísingina á einum stað og verkliga partin aðrastaðni er sera óarbeiðsligt og darvandi fyri undirvísingina sum so.
Harafturat tykist sum maskinmeistaraútbúgvingin er nógv niðurprioriterað við tí úrsliti, at útbúgvingarstøðið helst lækkar.
Sambært lógini skal eitt útbúgvingarráð við umboðum fyri viðkomandi partar setast til at viðgera útbugvingina, men hóast lógin er frá frá 24.04.2001, so er eingin kunngerð komin enn, hóast bæði Maskinmeistarafelagið og onnur fleiri ferðir hava spurt eftir hesum.
Samanumtikið so tykist tað ikki sum nakar myndugleiki kennir sær ábyrgd av hesum útbúgvingarøki og Maskinmeistarafelagið metir, at støðan nú er so mikið álvarslig, at útbúgvingin er við at fara fyri bakka orsakað av kleyvarskapi og vanstýring frá myndugleikanna síðu.
Vit heita tí á politisku skipanina um sum skjótast at áleggja Mentamálaráðnum at flyta maskinmeistaraútbúgvingina niðan aftur á maskinmeistaraskúlan undir Krákugjógv, soleiðis at undirvísingini kann byrja har aftur í august mánaða í ár.
Harafturat má tryggjast, at umsitingin av hesum útbúgvingarøki verður fingin í eina trygga legu.