Maskinhandilin í Saltangará hevur fjøruti ár á baki í dag. Tað var Hilmar Nielsen, sum í sínari tíð fór undir handilsvirksemi, ið tá kallaðist Skálafjarðar Málingahandil.
Í dag eru teir tríggir, sum eiga Sp/f Maskinhandilin. Umframt Hilmar Nielsen, eru hinir eigararnir, Olaf Ramussen og Niels Jacob Nielsen.
Maskinhandilin í Saltangará verður rikin sum ein familjufyritøka, har Hilmar í fyrsta lagi er maðurin aftanfyri diskin, meðan kona hansara, Lis Nielsen, øll árini hevur tikið sær av pappírsarbeiðnum.
Handilin selur serliga maskinur, amboð og máling til vinnulív, og handilin selur eisini gass fyri Føroya Gassølu.
- Okkara marknaður er serliga maskinverkstøð, fiskavirki og skip, men vit hava eisini sølu til privatkundar, sigur Hilmar Nielsen.
Tað var hin 20. september í 1972, at Skálafjarðar Málingahandil á fyrsta sinni læt upp.
- Tað hava verið betri tíðir, og tað hava eisini verið truplar tíðir. Soleiðis er, tá tú hevur slíkt virksemi yvir eina so langa tíð, sigur Hilmar Nielsen.
Maskinhandilin í Saltangará telist millum tær eldru handilsfyritøkurnar á Skálafjørðinum.