Manshondbóltur
VÍF hevur tvey tey seinastu árini verið føroyameistari í manshondbólti, og í løtuni tykjast teir ætla sær at prógva, at hetta so avgjørt ikki hevur verið av tilvild.
Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har avrikini vóru sera óstøðug, tykjast menninir úr Vestmenna í øllum førum at hava funnið rætta stevið fram, og eftir at ávíkavist Tjaldur og Kyndil hava verið send heim við sonnum sekki, var tað hesaferð H71, sum varð sent so logandi ongul í reyv úr aftur Vestmanna.
Lítið gestablídni
Hesa ferð skuldu tó ganga nakrir minuttir, áðrenn vestmennigarnir fóru at spíla seg út. Hoyvíkingar sluppu nevnliga at skjóta tey trý fyrstu málini í dystinum, en so var eisini liðugt við gestablídninum. Áðrenn hoyvíkingar høvdu skotið trý mál afturat, hevði VÍF sent í meskarnar eillivu ferðirnar, og so var tað eina mest ein spurningur um, hvussu nógv VÍF vildi vinna dystin. Ikki minst tá eisini tóktist gera tað sama, hvusu nógv brotskøst hoyvíkingarnir fingu.
Eina løtu í seinna hálvleiki hóttu teir við at gera stórsigurin til ein veruligan avsmurning, men so við og við sissaðust teir aftur, og tó at H71 ongan tíð var í nær námind av at skapa spenning íaftur, so fingu teir tó hampað somikið um úrslitið, sum tað nú einaferð var gjørligt.
Ferð komin á
Við seinastu sigrinum tykist VÍF hava sent strandingum tekin um, at hóast liðið hevði sínar trupulleikar fyrstu dystirnar, so skulu strandingarnir ikki rokna við nøkrum sum helst.
Hinvegin verður spennandi at síggja, hvussu hondbóltslagið á vestmenningunum fer at vera, tá talan aftur verður um dyst móti onkrum av teimum liðum, sum kunnu roknast við at gera seg galdandi í oddinum. Fyrsta tekini um hetta sæst kanska, tá VÍF vitjar Neistan um eina viku, áðrenn teir vikuna eftir skulu taka ímóti StÍF, og júst tann dysturin tykist í løtuni vera hann, har endastøðan í grundspælinum kann avgerast.
Dysturin í tølum
VÍF-H71 37-23 (19-9)
Málskjúttar:
VÍF Áki G. Olsen 10, Agnar Joensen 9, Piti Negru 5, Ingi Olsen 4(4), Áki Olsen 3(1), John Zachariasen 3, Petur Frank Joensen 1, Ólavur Brimnes 1, Fríðbjørn Seloy 1
H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Bárður Brimvík 5, Jákup á Borg 3, Niels Viggo Niclasen 2, Annifnnur Debes 2(1), Esbern Patursson 1, Johnny Djurhuus 1, Høgni M. Joensen 1(1), Kreistian E. Zachariasen 1
Brotskøst: VÍF 5, H71 11