Í kvøld fara X-factor luttakarnir at syngja mash up, hetta merkir at man blandar tvey ella fleiri løg saman, soleiðis at eitt nýtt og øðrvísi lag spyst burturúr onkum sum longu er kent. Sambart heimasíðuni hjá DR fer føroyski Sveinur Gaards Olsen at rocka mash up temaið upp við løgunum Paramores 'Misery Business' og Katy Perrys 'E.T.' Hagartil eru tríggir luttakrir farnir út, og aftaná í kvøld vera einans fimm eftir. Sveinur Gaard Olsen hevur enn ikki verið í vanda undir kappingini. Í kvøld fer X-factor av bakkastokki fyri fjórðu ferð á hesum sinni.