Mascot kemur fullur undir lúkurnar

- Nú verða neyvan fleiri landingar fyri páskahalguna, men vit tørna til aftur týsdagin eftir páskir, sigur Niclas Davidsen, landingarformaður.

Í dag hevur garnaskipið Oknin landað á Toftum. Teir høvdu umleið 24.000 pund av svartkalva. Oknin verður væntandi seinasta skipið, sum landar á Toftum fyri páskahalguna.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður, væntar, at eini trý línuskip koma inn at landa stutt eftir páskir. Gongst, sum væntað, koma helst tvey skip týsdagin eftir páskir, og triðja skipið kemur væntandi stutt eftir.

 

- Vit vænta eitt ella tvey skip týsdagin eftir páskir, men í hvørji røð skipini koma, er ikki endaliga greitt. Vesturhavið og Váðasteinur eru undir Føroyum, og Mascot er í Íslandi.

 

Niclas Davidsen vísir á, at línufiskiskapurin undir Føroyum er misjavnur í løtuni, men í Íslandi hevur borið væl til, og tað hevur gingið væl hjá línuskipinum Mascot.

 

- Vit vænta, at Mascot verður fullur undir lúkurnar, tá teir koma heim, og væntandi verður veiðan ein blandingur av ymiskum fiskasløgum, sigur landingarformaðurin.