Heimasíðan hjá Liverpool skrivar, at »Spanska felagið hevur nú fingið loyvi at tosa við argentinska miðvallarleikaran«.
Liverpool vildi í hvussu er hava tey 18 milliónir pundini, sum teir guldu fyri Mascherano fyri trimum og einumhálvum ári síðani, aftur. Mett verður, at Barcelona skal gjalda 25 milliónir pund fyri argentinan.
Longu í juli bað Javier Mascherano um at sleppa úr Liverpool, og
líka síðani hava áhaldandi søgur gingið um, at Barcelona fór at gerast nýggja felagið hjá Mascherano.
Men eisini Inter við fyrrverandi Liverpool venjaranum, Rafael Benitez, hevur ligið framvið, hóast sáttmáli er undirskrivaður sum sigur, at Inter ikki slak royna at fáa Liverpool leikarar til felagið.
Fyrr í vikuni ljóðaði eisini, at Dirk Kuyt vildi sleppa burtur frá Liverpool, men í dag skriva ensk bløð, at hollendingurin vísir hesum søgum aftur.
Liverpool viðhaldsfólk eru arg um, at Mascherano vil sleppa burtur, tí tey meta, at Liverpool bjargaði hansara karrieru, tá felagið gav heilar 18 milliónir pund fyri leikaran, sum tá leikti á eykaliðnum hjá West Ham.
Men nú skuldi so verið greitt, at 26 ára gamli Javier Mascherano heldur fram sína leikaraleið í spanska stórfelagnum Barcelona.