Mary vann SMS-kappingina

Hósdagin 6. mars fekk Mary Marsten í Klaksvík handaðan vinningin í SMS-kappingini, sum Smyril Line og Sosialurin skipaðu fyri.

Vinningurin var ein ferð við Norrönu til Blokhus ella Hirtshals fyri fýra persónar við bili. Gávukortið er galdandi fyri fráferðirnar 13. og 20. mars 2008.


Mary, sum arbeiðir í handli í Klaksvík, sigur, at hon er sera fegin um vinningin.

Hon sendi bert eitt SMS-boð til kappingina. Tað var við talinum 57, ið var lægsta talið sum bert ein persónuir sendi, og tað var hon.


Blokhus ella Hirtshals eru tvey nógv eftirspurd frítíðarstøð. Blokhus er eitt av best kendu frítíðarstøðum í Danmark við nógvum ymiskum tilboðum, serliga til familjur við børnum. Hirtshals hevur eisini nógv at bjóða upp á sum t.d. Nordsømuseet, ið er tað størsta av sínum slagi í Evropa.


Oda Andreasen, sum er søluleiðari fyri Føroyar hjá Smyril Line, sigur at nú teir nógv umrøddu stabilisatorarnir á Norrönu virka sum teir skulu, eru allar fortreytir fyri eini góðari uppliving hjá teimum, sum ferðast við skipinum.