Mary krúnprinsessa høvuðsrøðari á Copenhagen Pride

Í sjónvarpssendingini, sum verður í staðin fyri ársins Copenhagen Pride-skrúðgonguna, ferð Mary krúnprinsessa at halda røðu.

Mary Krúnprinsessa verður høvuðsrøðari við ársins Copenhagen Pride-show, sum verður 22. august.

Tað upplýsir Copenhagen Pride fyri TV2 Lorry.

– Tað er eitt sterkt signal, sum vísir, at í Danmark eru vit sameind frá høgum til lágan í samfelagnum í stíðnum fyri at øll skulu vera trygg og vita, at tey eru eins góðir borgarar í samfelagnum, sigur Lars Henriksen, forfólk í Copenhagen Pride.

– Tað má vera truplari hjá familjum ikki at góðtaka, tá sonurin ella dóttirin »springa út«, tá kongshúsið vísir, at her er teirra virðing og góðkenning, sigur hann við TV 2 Lorry.

Copenhagen Prider verður frá 17. august til 23. august.

Kenda Copenhagen Pride-skrúðgongan er vegna koronukreppuna avlýst.

Í staðin verður tiltakið hildið við eini sjónvarpssending. Tað er í tí sambandinum, at krúnprinsessan skal halda røðu.

Tað er ikki fyrstu ferð, at krúnprinsessan er partur av einum pride-tiltaki.

Í fjør var almannakunngjørt, at krúnprinsessan verður verji hjá Copenhagen 2021, sum verður eitt tiltak í fleiri dagar við ymsum tiltøkum.

Millum annað fer Copenhagen 2021 at hava tiltøk sum Worldpride og Eurogames.

Copenhagen 2021 stendur á skrá frá 12. august til 22. august næsta ár.

/ritzau/