Mary-Kate er tann eini av fyrr so elskiligu Olsen tvíburðurunum, ið gjørdust fólkaogn í sjónvarpsrøðini Full House. Tær eru vorðnar vaksnar, men fáast enn við sjónleik av sera ivasamari góðsku. Kate Moss er líka kend fyri rúseitursmisnýtslu sum fyri sína vøkru útsjónd, men er sambært Mary-Kate sera áhugaverd og ein veruligur yvirlivari. Mary-Kate metir sambært eb.dk, at hon kann spæla Moss og ætlar, at Johnny Depp skal spæla fyrrverandi sjeikurin hjá Moss, Pete Doherty. Lat okkum nú síggja hvussu tað gongst við at fáa Depp á rollulistan.