Hósdagin 13. maj hevði ein av væl umtóktu heimahjálparunum, Mary Hansen úr Miðvági, 25 ára starvsdag í heimarøktini. Og ikki nokk við tað, henda sama dag fekk hon eisini prógv sum heilsuhjálpari á Heilsuskúla Føroya við góðum úrslitum.
Hesar seinastu mánaðirnar hevur hon verið í starvsvenjing á eldrasambýlinum Oman Hoydalar í Hoyvík , og hetta hevur dámt henni sera væl, serliga væl hevur henni dáma arbeiðið við dementum fólki.
Nú hon eftir 25 ára starvstíð endiliga hevur fingið prógv upp á hennara
dugnaskap, vilja vit ynskja henni hjartaliga tillukku og vóna, at hon fer at
klára 25 ár afturat í heimarøktini.










