Mary fekk gentu og drong

Mary krúnprinsessa hevur átt tvíburar. Tað bleiv ein drongur og ein genta. Kongshúsið sigur, at bæði Mary og børnini hava tað gott. Tað var Fríðrikur krúnprinsur sjálvur, sum kunngjørdi fyri fjølmiðlunum, at krúnprinsessan hevði fingið drong og gentu. Hann legði afturat, at øll trý hava tað gott.

Drongurin var 47 centimetrar og vigaði 2674 gram, og gentan var 46 centimetrar og vigaði 2554 gram.

Tað var í august, at kongshúsið kunngjørdi, at Mary gekk við tvíburum.

Frammanundan eiga krúnprinsahjúnini fimm ára gamla Christian og trý ára gomlu Isabellu.