Verkfallið hjá fiskimonnum kostar Maru Seafood fleiri milliónir krónur um vikuna, sigur stjórin -Vit hava 8 skip og trý virki við umleið 350 fólkum, sum liggja still, sigur stjórin í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen, við Norðlýsið.
Hann leggur afturat, at árið í fjør royndist stak illa av millum annað vánaligum fiskiskapi og tekniskum trupulleikum hjá skipunum.
-Tá vit so eisini taka við, at besta tíðin á árinum hjá skipum og virkjum er seinasti ársfjórðingur og fyrsti ársfjórðingur, so rakar verkfallið sera meint, sigur Jóhan Páll Joensen.
Stjórin í Maru Seafood sigur, at støðan er hættislig, tí felagið missir milliónir av krónum hvørja viku, so leingi verkfallið stendur við.