Martti fekk norðurlendsku málvirðislønina

Fyrrverandi forseti Finlands og vinnari av friðarheiðursløn Nobels, Martti Ahtisaari, fekk norðurlendsku málvirðislønina í 2015 fyri hansara arbeiði at varðveita og styrkja eitt tvímált Finland.

 

Martti Ahtisaari hevur leingi verið ein forsprákari fyri norðurlendskum samstarvi. Hann hevur ofta ført fram, at svenskt er ein týdningarmikil liður í at fremja norðurlendska samleikan hjá finnum og er ein brúgv til norðurlendskt samstarv. 

 

Hóast grundlógin staðfestir at svenskt og finskt eru á jøvnum føti í Finlandi, verða spurningar javnan settir við týdningin av at varðveita svenska málið sum alment mál.

- At ein politiskur bautasteinur sum Martti Ahtisaari klývur upp á girðingina til frama fyri svenska málinum hevur avgerandi týdning fyri at varðveita Finland sum eitt tvímált land, sigur Foreningen Norden, sum handar virðislønina.