Martinez nærkast Liverpool

Roberto Martinez nærkast starvinum sum nýggjur venjari hjá Liverpool. Hann er í hesum døgum í Miami til samráðingar við eigararnar av enska Premier League felagnum.

 

Keldan er formaður hjá Wigan, Dave Whelan, ið er núverandi felagið hjá 38-ára gamla Roberto Martinez. Dave Whelan sigur sambært BBC, at Roberto Martinez er í Miami í USA og ivast ikki í, at tað er fyri at samráðast við Liverpool.

 

Fleiri venjarar hava verið upp á tal til starvið. Alt frá Fabio Capello til Josep Guardiola, men tað hevur leingi verið mett, at Roberto Martinez og fyrrverandi Chelsea venjarin, Andre Villas-Boas, vóru millum mest sannlíku nøvnini, ið Liverpool kundi fáa fatur á.

 

Fyrr í vikuni vildu fleiri bretskir miðlar verða við, at Andre Villas-Boas ikki longur stendur ovast á ynskilistanum hjá Fenway Sports Group, sum eigur og rekur Liverpool.