Martina Kruse 90 ár

Í dag 22. februar verður Martina Kruse av Eiði 90 ár.

Martina er dóttir Marsonnu og Nikkel Nielsen. Henda heilsan verður skrivað vegna okkum hjá Nikkel, beiggja Martinu. Hjá okkum var hon altíð Tinafastur.

Tað hava altíð verið sera góð viðurskifti millum okkara hús. Tinafastur hevur alla sína tíð verið ein framúr og skilagóð kvinna. Hon giftist við Jens Tonny Kruse, sum eisini var av Eiði. Tey fingu børnini Nikkel Martin, Petur, Súsannu og Anfinn, sum øll búgva á Eiði. Hetta var eitt hús, har foreldrini av øllum alvi stuðlaðu hvørjum øðrum. Tí var tað ein smeitur fyri Tinufastur, tá ið Jens Tonny knappliga doyði fyri nakað nógvum árum síðani.

Tað var nógv samband millum húsini. Vit, Tinafastur og Idafastur høvdu kúgv saman. Vit hoyggjaðu í felag. Hvørt húsið hevði kúnna triðja hvønn dag við mjólking og annars ambæting av kúnni. Hetta gjørdi sítt til felagsskapin millum húsini.

Tað hevur allar dagar verið gott samband og góð viðurskifti millum systkini. Tey komu javnan á gátt hjá hvørjum øðrum. Tað var altíð ein stuttleiki at koma inn á gólvið hjá Tinufastur. Hon var so altfevnandi góð við øll, og familjukær hevur hon verið, so tað forslær. Hjá okkum, sum eru komin afturat familjuni seinni, hevur tað eisini verið ein fragd at koma at kenna Martinu, og nógvar hugnaligar løtur hava vit havt saman, ta tíð tað var. Tá vit komu inn til Tinufastur merkist, at hon hevði ektaðan áhuga fyri okkum. Hon hevði eisini eitt positivt lyndi og dugdi at síggja tað góða í øllum.

Tinafastur helt sunnudagsskúla í missiónshúsinum Karmel í mong ár. Enn minnast vit, hvussu væl hon dugdi at siga frá teimum bíbilsku søgunum. Hetta var nakað vit gleddu okkum til hvønn sunnudag.

Tinafastur hevur nú í fleiri ár verið minnisveik og hevur búð á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. Men fyri tað verður Tinafastur ikki gloymd. Tí skal hon fáa hesa heilsan frá okkum á sínum 90 ára degi. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku og takka fyri alt gott og fyri tey minni, vit hava um hana.


Vit hjá Nikkel