Sambært danska fótbóltsmiðlinum, Campo verður 19 ára gamli Martin Agnarsson ikki at síggja á vøllinum fyri Viborg tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.
Viborg spælir í dag móti AGF á heimavølli í endaspælinum í donsku Superliguni. Viborg liggur á einum triðja plássi við 40 stigum, fimm stig aftanfyri oddaliðið, FC Keypmannahavn.
Sambært liðstíðindunum hjá Campo eru Mads Lauritsen, Martin Agnarsson og Alassana Jatta uttanfyri við skaða. Viborg boðar frá, at Mads Lauritsen og Martin Agnarsson vera væntandi úti við skaða tað sum eftir er av kappingarárinum.
Kappingárið hjá Viborg endar 4. juni við einum útidysti móti FC Nordsjælland.