Fyri einari knappari viku síðani var tað óvæntað, tá ið Víkingur ikki megnaði meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.
Í kvøld fótaðu favorittarnir úr Eysturkommunu sær, tá ið teir í høgættarkuldanum í Klaksvík vunnu 2-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Martin Klein Joensen setti hol á, tá ið ein tími var farin. Áki Magnussen spældi fram úr vinstru, har Martin Klein Joensen fangaði bóltin á rangstøðumarkinum. Hann rak úr vinstru og í brotsteigin, og so setti hann bóltin framvið Kristiani Joensen, sum vardi heimamálið, og í netið.
Mai hevur verið góður hjá Martini. Hann hevur nú skorað fimm mál í næstbestu deildini í hesum mánaðinum og tvey mál í bestu deildini.
Talan var fyri tað mesta um javna uppgerð, og tað vóru málmøguleikar í báðum endum. Níggju minuttir eftir fyrra málið varð dysturirn mest sum avgjørdur. Rani Hansen fangaði bóltin, tá ið teir spældu upp á tvørs í heimaverjuni, og í aðru atløgu eydnaðist tað at fáa bóltin framvið málverjanum og í málið.
2-0 sigurin ber við sær, at Víkingur er næstfremst við 23 stigum, og at KÍ framvegis hevur 11 stig og stríðist fyri at sleppa leyst av hóttanini at flyta niður.
29. mai skal KÍ spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, og Víkingur skal spæla á útivølli ímóti AB.