Martin vann FM

Í fyrradagin varð FM-finala í tennis spæld á tennisvøllinum í Gundadali

Tennis

Vinnarin gjørdist Martin Nolsøe Simonsen, sum basti unga Róa Agnarsson við úrslitinum 6-1 6-2. Dysturin var til tíðir væl spældur, men eisini darvaður av skiftandi veðri.
Tað var fyrsta finala hjá Róa í tennis fyri vaksin, men hóast hann vísti góðar taktir, so megnaði hann ikki av álvara at leggja fleirfaldaða føroyameistaran undir nóg stórt støðugt trýst.
Havnar Tennisfelag skipaði aftur í ár fyri FM í tennis í einmansleiki. Hóast vánaligt veður seinastu vikurnar hevur darva møguleikunum at spæla, so hava 18 luttakarar verið við til kappingina.