Nógv varð gjørt burturúr starvsdegnum hjá Martini, hetta var jú sera sjáldsamt. Ein persónur krevur at arbeiða langt út um vanligan pensiónsaldur fyri at kunna halda ein slíkan starvsdag.
Nú er alt hetta søga, prentsmiðjan er ikki meira og Martin er vorðin pensionistur.
Martin fór í læru sum prentari 9. november í 1944. Hann lærdi í fimm ár og tók síðani sveinaprógv í Danmark.
Martin er ættaður úr Gøtu, men hevur síðani lærutíðina búð í Havn. Hann er sonur Sámal Jákup við Gil, og mamman Birgitta var úr Barbustovu.
Martin er giftur við Ragnu, sum er ættað úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur Biritu, Petru og Hildigunn. Abbabørnini eru 9 í tali
Nú Martin er givin, fær hann tíðina at ganga við at t.d. at mála hús og við urtagarsarbeiði. Annars hevur hann ein lítlan bát, og honum dámar væl at fara og flot. Hann lesur nógv og umsetur andaligar greinar úr donskum og norskum. Eisini hevur hann melda seg til okkurt fak í kvøldskúlanum.
Martin er aktivur í Missiónshúsinum við Landavegin, har hann er formaður. Hann hevur havt sunnudagsskúla og hildið møtir har í mong ár.