Nú bátastevnan verður í Vestmanna um vikuskiftið letur vestmenningurin Martin Joensen upp málningaframsýning í gamla missiónshúsinum á Mørkini.
Myndaevnini hjá Martini eru í høvuðsheitunum úr Vestmanna.
Martin er útbúgvin illustrator/teknari, men hevur seinnu árini eisini fingist við málningayrkið.
Framsýningin er opin fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin kl. 16 – 20.