Talvið hesa vikuna:
Martin Poulsen hevur í nýggjari tíð vunnið flestar ferðir enn aðrir føroyingar á Ólavi Simonsen. Heili fýra ferðir innan seinastu trý árini. Í vikuskiftinum hittust teir á 1. borði í dystinum millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn kundi fegnir leita suður aftur til høvuðsstaðin við einum 2,5 ? 1,5 sigri.
Martin vann Ólavi, Rani Nolsøe vann á Olaf Berg, Herluf Hansen vann á Tummas M. Anthoniussen og Jóhan Gaard og Ingolf Gaard leiktu javnt.
Í mikudagsblaðnum verður at frætta um úrslitini úr liðkappingini, umframt endaligu úttøkukkappingini til NM fyri børn/unglingar, sum bleiv leikt leygardagin í Havnini.
Talvið millum Martin og Ólav gekk soleiðis:
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Ric3 Rif6 (Firespringer-spil, sum byrjanin kallast við danskari tungu) 4.Bb5 d6 5.d4 exd4 6.Fxd4 (minnir ikki sørt um variant í skotsku byrjanini) 6...Bd7 7.Bxc6 Bxc6 8.Bg5 Be7 9.0?0?0 0?0 10.e5 (áhugaverdur leikur. Gevur kanska ikki hvítum beinleiðis fyrimun, men er helst taktiskt spæl frá Martini. Ólavur er jú tiltikin álopstelvari, men við hesum leiki avviklar Martin støðuna til endatalv (sum Ólavur eisini er kringur í_) 10...Rie8 11.Bxe7 Fxe7 12.exd6 Fxd6 13.Fe3 Ff6 14.Rie5! (rætt er at býta riddarin við bispin) 14...Rid6 15.Rixc6 bxc6 16.Fd4 Fg5+ 17.f4 Fa5 [17...Fxg2?? 18.Rhg1] 18.Rhe1 Rfe8 19.Re5 Fb6 20.Ria4 Fa6 21.Ric3 f6 22.Rxe8+ Rxe8 23.Ff2 Fb6 24.Fd4 Kf7 25.b3 Fa5 26.Kb2 Rb8? (Ólavur sær kongaálop fyri sær frúgvamegin, men fær váttan klút at kenna næstu leikirnir. Rætti leikurin var f5, men hvítur hevur tó kortini ein heldur sunnari støðu) 27.Rie4! Rib5? [27...Rd8 28.Rixd6+ Rxd6 29.Fc4+ Rd5 er besta boðið, men ífylgju talvforritinum Fritz 7 hevur hvítur fyrimun, enntá nærum vinnandi] 28.Fc4+ Kg6 [28...Kf8 vildi verið drúgvari, men tapur eisini]