Martin í Smiðjuni

Martin Joensen letur málningaframsýnig upp í morgin í Lítluvík.

Martin Joensen er kendur sum tónlistamaður, bæði sum guitarleikari, sangari og teksta- og tónaskald.

 

 

Men ,omg kenna eisini Martin sum dugnaligan listamann, tá umræður tekning og málningalist,og hevur hann eisini útbúgving frá Skolen for brugskuns.

 

 

Seinnu árini hevur Martin Joensen av álvara gjørt vart við seg sum málari. Og í morgin letur hann upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

 

 

Latið verður upp í morgin, 6/1-2017, klokkan 16:30, og tá framførur Martin eisini nakrar sangir.

Framsýningin er opin til 11/1-2017.

 

 

Málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá frí. 6/1 til mik. 11/1. Upplatingardagin framførir Martin nakrar sangir kl. 16.30.

 

 

Opið er í morgin frá klokkan . 16 til 19.

Ley/sun kl. 14-19.

Mán-mik: kl. 16-19.