Martin Simonsen úr Fuglafirði gjørdist bestur

Týskvøldið, 18. juni, vórðu prógv handaði á Klaksvíkar Sjómansskúla; 13 heimaskiparaprógv, 12 kokkaprógv og 6 sjóvinnuprógv

Umframt at útbúgva skiparar, heimaskiparar og kokkar, hevur Klaksvíkar Sjómansskúli ein sjóvinnuflokk.
Tað er bert á Klaksvíkar Sjómansskúla, tú kanst fara á skeið og fáa sjóvinnuprógv. Skeiðið gongur yvir fimm mánaðir og er t.d. í Danmark eitt krav, um tú yvirhøvur skalt sleppa til skips.
Umframt vanliga skeiðið í sjóvinnu gevur Klaksvíkar Sjómansskúli sjóvinnuflokkinum frálæru í dugnaskapssigling. Í hesum skulu næmingarnir upp til próvtøku, og fáa teir tá prógv í »Dugnaskapsroynd« í sigling umframt obligatoriska Sjóvinnuskúlaprógvið.
Hetta er ein serstakliga góð útbúgving og barlast hjá teimum, sum ætla sær víðari til skipara og skipsførara, siga teir á skúlanum. Hjá teimum, sum ikki hava 10. flokk, er neyðugt fyrst at fara á sjóvinnu-skúla.