Martin sá pápan renna í mál

Saman við mammuni og systrunum stóð átta ára gamli Martin Richard við mállinjuna, har hann vildi geva pápa sínum eitt favntak, tá hann kom á mál í Boston Marathon.

Tað gjørdist tað seinasta, hann gjørdi, tí á veg aftur til mammuna og systrarnar brast ein bumba, sum tók lívið av tí átta ára gamla.

Tað skrivar Boston Globe.

Tvey onnur fólk doyðu eisini í somu spreinging.

Mamman og onnur systurin eru innløgd við álvarsligum skaðum, meðan ein onnur systur slapp snikkaleys undan spreingingini.

Familjan kemur frá Boston forstaðnum, Dorchester, og mánakvøldið var ein lokal minnishátíð hildin fyri átta ára gamla dreinginum og hansara skæddu familju á Tavole matstovuni.

- Tey eru nógv avhildin í okkara samfelag. Tey eru við í nógvum. Tað er tí vit savnasst her, segði býráðslimurin, Ayanna Pressley, sum var møtt upp til minnishátíðina.

- Hetta er surrealistiskt, hetta er syrgiligt, hetta er óskiljandi. Øll her royna at troysta hvønn annan og biðja, legði hon aftrat.

Tilsamans hava fleiri enn 140 fólk fingið skaða av teimum báðar bumbuspreingingarnar, sum saman verða roknaðar sum ringasta terrorálop móti USA síðani 11. september 2001.

17 fólk eru illa løstað, meðan 10 hava fingið likamslutir tiknar eftir bumbuspreingingina.

Umframt átta ára gamla dreingin er eisini ein kvinna í 20'unum deyð, sum enn ikki er eyðmerkt, meðan triði persónurin eisini verður sagdur at vera ein vaksin.

Minst átta børn er millum tey særdu, teirra millum ein tvey ára gamal drongur við álvarsligum skaða í høvdinum.

Politiið leitar eftir illgrunasamum »manni í svørtum«, sum er »myrkur ella svartur«, og sum er sæddur við einum ryggsekki í økinum fáar minuttir undan spreingingini.

Sambært fleiri miðlum skal ein 20 ára gamal saudiarabiskur maður vera í myndini hjá politinum, men hetta er tó ikki váttað.

Maðurin er innlagdur á sjúkrahús við brandskaðum, men politiið hevur enn ikki funnið út av, um hann er eitt offur, ella um hann hevur nakað viði spreinginginar at gera.