Martin er føddur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Olevinu, f. Hendriksen, og Dia Rasmussen, bæði av Kirkju, men búsettust í Klaksvík. Martin lærdi til radiomekanikara hjá Corona Radio í Klaksvík og arbeiddi har í tilsamans átta ár. Í februar 1971 fekk hann starv á transmissiónsdeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings í Havn. Hann er enn í sama starvi hjá Føroya Tele. Martin eigur tríggjar synir. Seinastu tvey árini hevur hann búð á Strondum. Føðingardagin er hann burturstaddur.