Martin Poulsen vann á stórmeistara

Martin Poulsen legði bragdliga fyri, tá 1. umfar av Klaksvík International 2008 varð telvað leygardagin. Við svarta fólkinum hálaði Martin sigurin heim ímóti stórmeistaranum GM Miroslaw Grabarczyk úr Pólandi. Talan er um satt bragd av Martini, tá hugsað verður um, at stórmeistarin úr Póllandi eftir styrkismetingini var greiður favorittur í uppgerðini.

Eisini Heini Olsen, úr Klaksvík, fekk eitt megnarúrslit til høldar í 1. umfari, tá hann við hvíta fólkinum telvdi javnt ímóti enska stórmeistaranum GM Gawain Jones. Heini var sera væl fyrireikaður til talvið og eftir 33 leikir bjóðaði bretin javnt.

Tað lá leingi í kortunum, at føroyingarnir av álvara gjørdu hol í sjógvin í 1.umfari, tí Olaf Berg, úr Tórshavn, við hvíta fólkinum, eftir uml. 15 leikir, hevði greiðan fyrimun ímóti stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis úr Litava. Spell hjá Olafi, at Sulskis tá avtornaði, allíkavæl, vann talvið.

Samanumtikið ein sera góð byrjan hjá føroyingunum í Klaksvík International 2008 –sterkasta kapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð.