Martin Pedersen gevst í B36

Danski miðverjin verður sum skilst ikki at síggja í B36 eftir summarferiuna.

 

Hetta fingu spælararnir í felagnum at vita í gjár. Martin Pedersen, sum fyrr hevur umboðað AaB í bestu donsku deildini, kom til B36 undan hesum kappingarárinum.

 

Martin Pedersen hevur spælt fast í miðverjuni hjá B36 saman við Hørðuri Askham. Hóast hann ikki er høgur av vøkstri, so hevur hann víst seg sum ein stinnan verjuspælara í føroyskum fótbólti.

 

Martin hevur spælt 11 dystir, fingið trý gul kort og eitt reytt kort, sum bleiv útloyst av tveimum gulum kortum.

 

Sum skilst, so spælir Martin Pedersen sín seinasta dyst fyri B36 28. juni, sum er seinasta umfar fyri summarsteðgin.