Martin og Uni í Klaksvík

Fólksligir tónar verða at hoyra í Spaniastovu í Klaksvík 27. apríl. Tá er tað Leikar í Lund, ið skipar fyri, og á vitjan koma tveir fólkatónleikarar. Tiltakið ber heitið Tónatos 2013.

Báðir eiga teir sangperlur, ið fólk hava tikið til sín, umframt at báðir duga at undirhalda á palli. Og til høvið er Spaniastova væl hóskandi.

Talan er um Martin Joensen og Una Arge, ið vitja í Klaksvík. Báðir eru tónleikarar við fólksligum íkasti, men tó eru munir á, og ikki eru teir heilt líkir tónleikaliga. Felags er tó, at teir báðir eru góðir orða- og tónasmiðir.

Tónatosið fríggjakvøldið byrjar klokkan 22.00, men dyrnar lata upp klokkan 21:00.

Atgongumerki fáast í Leikalund ella við at ringja á telefon 457151.