Aarhus Fremad vann fjórða dystin á rað

Aarhus Fremad fekk eina góða byrjan upp á ovara endaspælið

Fyrr í dag spældu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad fyrsta dystin í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltdeildini.

 

Á útivølli eydnaðist tað Aarhus at vinna 2-0 á AB. Mathias Kubel legði Aarhus á odda, tá 30 minuttir vóru leiktir, og Sebastian Denius staðfesti sigurin í 83. minutti. Martin spældi allan dystin.

 

Aarhus Fremad er fremst í ovara endaspælinum við 47 stigum. Næstfremst er liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager við 42 stigum.

 

Annan páskadag klokkan 12 spælir Fremad Amager dyst á útivølli móti Næstved. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 verður føroyingauppgerð á Amager. Tá tekur Fremad Amager ímóti Aarhus Fremad.