Talv
Eins og í fjør, vendu Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen eyguni móti miðeystri, beint sum FM fyri einstaklingar var av. Eftir FM er venjingarstøðið í øllum førum á góðari leið og tí er tað lag á manni at byggja víðari uppá tað.
Í Dubai Open 2004 gekk tað væl hjá føroyingunum, tó uttan at nakar var tætt við normin. Í ár er søgan ein onnur. Martin hevur møtt sera sterka mótstøðu, millum annað tveimum stórmeistarum og fimm altjóða meistarum, og hevur fýra stig innan níggjunda og seinasta umfar.
Vinnur Martin týsdagin ímóti IM Hameed (2371), er fyrsti IM-nomur hansara veruleiki. Hóast hann hevur svarta fólkið í hesum lagnutalvi, eru kjansirnir góðir. Eitt nú vann hann hegnisliga við júst svarta fólkinum í sætta umfari ímóti sterkum altjóða meistara. Sí talvið hesa vikuna.
Hans Kristian hevur higartil eisini telvað eina góða kapping. Hann hevur eins og Martin fýra stig, men hevur ikki hitt eins sterka mótstøðu sum vinmaðurin. Sjálvt um Hans Kristian vinnur í seinasta umfari á IM Fouad (2458), verður tað ikki nóg mikið til ein norm.
Landsliðsvenjarin hjá føroyska olympiaduliðnum í fjørheyst, Sergey Kayumov, luttekur eisini í Dubai Open. Sergey er altjóða meistari og hevur í løtuni 2400 ratingstig. Hann hevur 4,5 stig undan seinasta umfar.
Heili níggju telvarar eru fremstir við seks stigum. Martin og Hans Kristian eru á deildum 65. plássi av tilsamans 146 luttakarum.
Framgongd og normjagstran
Martin hevur saman við Hans Kristiani seinastu árini roynt seg í fleiri altjóða talvkappingum. Felags fyri báðar er, at teir ikki rættiliga hava brotið múrin. Sum oftast hava teir fingið miðalgóð úrslit.
Hyggja vit at altjóða ratingtølunum hjá teimum fyri tveimum árum síðani og samanbera tey við núverandi støðu, er støðan hendan: Martin hevði 2239 í altjóða rating í apríl 2003 og í dag hevur hann 2285. Ein framgongd uppá 46 ratingstig. Hans Kristian hinvegin hevur eina framgongd uppá nærum 100 ratingstig (2224-2317).
Báðir brúka nógva tíð og orku uppá talv og royna av øllum alvi at fáa eitt gjøgnumbrot. Tí eru teir neyvan heilt nøgdir við seinastu árini, hóast teir hava framgongd at vísa á. Vónandi hevur Martin brotið eitt petti av múrinum týskvøldið.









