Martin O’Neill skal venja Sunderland

Tað verður 59-ára gamli Martin O’Neill, sum skal venja Sunderland komandi trý árini, eftir at felagið koyrdi Steve Bruce frá fyrr í vikuni. Martin O’Neill hevur verið arbeiðsleysur seinasta hálva annað árið.

 

Tað hevur ikki gingið væl hjá Sunderland í ár, sum undan umfarinum í dag lá tvey stig frá niðurflyting. Tí valdi felagið at koyra Steve Bruce frá. Martin O’Neill var saman við Mark Hughes favorittur at fáa starvið.

 

Í dag boðar Sunderland frá, at tað verður fyrrverandi Leicester, Celtic og Aston Villa venjarin, ið tekur við starvinum. Martin O’Neill er norðuríri og er ein nógv avhildin venjari. Hann gavst í Aston Villa heldur brádliga, tá tað gjørdist greitt, at felagið hevði selt James Milner til Manchester City.

 

Sunderland við Steve Bruce á odda megnaði bara at vinna tríggjar heimadystir í árinum 2011.