Sangarin og sangskrivarin Martin Joensen er kendur í Føroyum fyri sínar mongu sangir, harav fleiri eru fólkaogn. Og Martin Joensen er sjálvsagt eisini kendur á alnetinum, men nú hevur hann gjørt eina serstaka heimasíðu, har til ber at vitja, um ein vil vita um Martin Joensen, finna sangir, ella kanska ogna sær eina av útgávum hansara.
Slíkar síður eru ikki óvanligar hjá listafólki, og slík síða kann í øllum førum vera hent, tá ein skal hava upplýsingar, og vera so vísur sum gjørligt í, at upplýsingarnar eru eftirfarandi.
Til ber at vitja martinjoensen.wordpress.com