Martin Mouritsen: Útinnandi tónleikurin tørv á peningi

Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlanum, sigur, at virðislønin, ið Sunleif Rasmussen hevur vunnið er ein viðurkenning, ið hevur nógv at siga. Men tað er ein veruleiki, at tann útinnandi tónleikurin hevur tørv á størri peningajáttanum fyri at teir professionellu tónleikararnir í Føroyum kunnu halda seg á einum ávísum støði

? Nordisk Musikpris frá Norðurlandaráðnum hevur stóran týdning fyri tað, at ein gerst sjónligari á hesum økinum innan tónleik. Tað eru fá í Føroyum, sum spæla slíkan nýggjari partitur tónleik, og hetta er ein viðurkenning, ið hevur nógv at siga. Hondverkið er mett at vera gott, og ein kann róliga siga, at hetta er als ikki kvøðuljómatónleikur, sigur Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlanum, um virðislønina Sunleif Rasmussen júst hevur fingið frá Norðurlandaráðnum.
Men Martin heldur, at tað er ein veruleiki, at játtanirnar til tann útinnandi tónleikin í Føroyum eru ov smáar, og tær játtanirnar, ið koma, koma ofta uttanifrá.
? Tað er tørvur á at játta pening til spæl. Um vit taka musikkskúlan sum dømi, so høvdu teir flestu av lærarunum kunna hugsað sær eina samantvinning av at undirvísa og at spæla, harav tann størsti parturin verður spæl, soleiðis at teir kunnu halda eitt ávíst støði, greiðir musikkskúlaleiðarin frá.
Hann sigur, at undirvísingarverðin og tann spælandi verðin skuldu verið blandaðar saman, tí tey somu fólkini, ið ganga aftur, hava brúk fyri at spæla meira enn tey undirvísa.
? Játtinin, sum hon er í dag, er ov lítil. Um vit brúka peningin vit fáa til tann útinnandi partin, ja, so verður onki eftir at undirvísa fyri. Tónleikararnir mugu hava grundarlag fyri at kunna spæla í Føroyum, sigur Martin Mouritsen.

Fult uppiborið

Fyri at venda aftur til Sunleif Rasmussen og Nordisk Musikpris, sigur Martin Mouritsen, at hann varð ikki ovfarin av tí, at hann vann.
? Sunleif er seriøsur, hann arbeiðir við tónleiki hvønn dag. Tað hevur eisini nakað við tað at gera, hvussu ein dugir at selja seg sjálvan, og tað dugir Sunleif. Hann nýtir náttúru ella frammanundan kendan skaldskap og knýtir hesi hugtøk afturat tónleikinum. Sunleif dugir at finna tey røttu sambondini, og hann hevur eina javnvág millum tað sansaliga og strukturella.
? Tá Sunleif komponerar, so siterar hann ikki føroysk fólkaløg, men letur okkum vita, at hetta er eitt dult upprunastøði, sum hann brúkar at komponera út frá eftir seriellum og spektralum prinsippum. Ein listilard javnvigan millum tað sansaliga og bygnaðarliga, sigur musikkskúlaleiðarin.
Martin Mouritsen sigur, at samskifti broytist, og tað vísir seg aftur í tónleikinum hjá Sunleifi. Í eini av symfoniiunum brúkar hann ein bandspælara saman við akkustiskum ljóðførum. Hetta er nakað nýtt í sær sjálvum, at brúka elektronik og akkustik saman.
? Tá er spurningurin, hvør skal rætta seg eftir hvørjum? Men í hesi symfoniini, Tid, ild, baglæns, yvirtekur elektronikkurin til síðst. Tað eru ikki bara hugtøk, og tú lurtar eftir øðrum fladum enn vanligt, greiðir Martin Mouritsen frá.
Sunleif Rasmussen vann fyrr í vikuni Nordisk Musikpris áljóðandi 350.000 danskar krónur umframt sjálvan heiðurin. Virðislønin verður handað í oktober í Helsingfors.