Martin millióningur á mettíð

Pengarnir streyma inn á kontoina hjá X Factor vinnaranum, eftir at fløgan er komin út. Debutfløgan ?Show the World? hevur higartil sligið allar vónir og selt 36.000 eintøk fyrstu tveir dagarnar í handlunum. Heldur hendan sølan fram, verður Martin eisini millióningur á mettíð.

 

Fløgulistin hesa vikuna vísir, at Martin er á einum 1. plássi, hóast fløgan bert er tveir dagar gomul. Sølan av hinum fløgunum á listanum fevnir um eina heila viku. Nummar tvey á listanum er poppdrotningin Madonna, ið á sjey dagar bert seldi 1500 eintøk av fløguni Hard Candy.

 

Fleiri eru um vinningin, men Jesper Bay, sølustjóri í IFPI, metir, at Marin vinnur millum 9 og 18 krónur fyri hvørja selda fløgu.

Umframt pengar fyri fløguna, fær Martin eisini pengar fyri konsertir og aðrar framførslur.

 

Við metsøluni hevur ungi tónleikarain vunnið á bæði Kim Larsen og Thomas Helmig, ið aldrin hava megnað at selt eins nógvar fløgur á tveir dagar.