Martin í Kunoyar kirkju

Kenda føroyska tónaskaldið og sangarin Martin Joensen vitjar hóskvøldið í Kunoy, har hann fer at framføra í kirkjuni klokkan 20.


Martin kemur at framføra nakrar av sangskattum sínum, samstundis sum hann eisini fer at greiða frá lívinum, og tá hann stóð á einum vegamóti og valdi eina nýggja lívsleið.


Hóast tekstirnir hjá Martini oftast eru merktir av einum løttum og viðhvørt skemtiligum huglagi, so hómast tó eisini í fleiri teirra ein meiri álvarsligur dámur.


Hetta sæst m.a. í niðurlagnum á góða sanginum Morgun: “Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit.”


Greiður og sigandi tekstur, ið samstundis situr væl.