Eli Hentze
Seinastu tvey árini hevur Martin Kúrberg arbeitt sum ungdómsvenjari í Sandoynni. Fótbóltsfelagið ásannaði, at brúk var fyri einum løntum venjara, ið hevði tíð og umstøður at fáa lagt lunnar undir eina betri virkandi ungdómsdeild.
Arbeiðið Martin hevur lagt fyri dagin hevur verið mennandi fyri ungdómsfótbóltin í Sandoynni, og tí ivaðust vit ikki í, at longja avtaluna at galda eisini fyri kappingarárið 1999, sigur formaðurin í B71 Jóanes Johannesen.
Martin Kúrberg sigur, at hann upprunaliga søkti starvið, tí tað altíð hevur havt hansara áhuga at arbeiða við ungum fólki. Og at arbeiðið gevur honum møguleikan at føra tankar út í lívið.
Hann sigur seg trívast ómetaliga væl í Sandoynni. Fólkini eru fitt og fyrikomandi. Og tað er týðuligt at merkja, at foreldrini taka undir við arbeiðinum, ið gjørt verður, sigur Martin.
Framtíðin sær ljós út, heldur hann. Men felagið má finna fram til, hvussu tað kann varðveita ungdómin í felagnum. Tað er í veruleikanum tann stóri spurningurin, er Martin ikki eina løtu í iva um.
Næsta kappingarár verður eins og undanfarin ár spennandi og ríkt. Vit satsa ikki einsíðis upp á úrslit, men vit renna heldur ikki undan teimum. Sjálvsagt vilja vit vinna! Høvuðsendamálið er tó at fáa skipað felagið, so at tað virkar á einum sunnum og góðum ítróttarligum grundarlagi, sigur Martin at enda.