Martin Kúrberg fekk Sálarheilsuvirðislønina

Fyri løtu síðani varð fyrsta Sálarheilsuvirðislønin handað á Østrøm, har hátíðarhald hevur verið allan dagin í dag, ið eisini er altjóða Sálarheilsudagur.

 

 

Tað var Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði, sum fekk Sálarheilsuvirðislønina, tí hann í arbeiði sínum varpar ljós á sálarheilsu og bøtir um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

 

– Martin hevur í mong ár arbeitt fyri at hjálpa teimum veikastu samfelagsbólkunum, sum eru undir stigma, tabu og manglandi ábyrgd frá almennari síðu. Nýliga hevur Martin staðið á odda fyri at lata upp viðgerðarheimið Frælsi á Eiði. Hetta er arbeiði, ið hevur kraft dirvi,  drívmegi og eldhuga, og hetta eigur Martin sanniliga, varð grundgivið, tá umboð frá Sinnisbata handaði virðislønina.

 

 

– Hesi fólkini gera hvønn einasta dag samfelagið til eitt enn betri stað at vera í. Við teirra ótroyttandi drívmegi hanga tey í, blíva við, dríva á, og bukka ikki undir tað, sum onnur hugsa. Martin er eisini so. Hann hevur ofta verið í miðlunum, har hann hevur greitt frá, og hann hevur brúkt seg sjálvan sum søgu, og hann hevur víst mynduleikunum á tey, ið ringast eru fyri sálarliga. Hann hevur greitt teimum frá, at tey mugu og skulu hava hjálp, tí tey hava rætt til eitt gott lív eins væl og øll onnur, varð lagt afturat. 

 

 

–Stórt arbeiði verður gjørt kring landið á hesum økinum hvønn dag, men vit hoyra tíverri sjálvdan tær góðu søgurnar. Nógv fólk gera hvønn dag eitt stórt íkast, sum hevur uppiborðið at blíva heiðrað. Tí fer Sinnisbati fyri fyrstu ferð at handa ársins Sálarheilsuvirðisløn, sigur Sinnisbati um virðislønina, sum varð fyrstu ferð varð latin í kvøld.