Martin Jol: NSÍ vísti góðar taktir

Fulham hevði í gjár tíðindafund á Hotel Føroyum. Martin Jol, venjari hjá Fulham, rósti NSÍ fyri avrikið í fyrra dystinum. Hann avdúkaði eisini, at liðið í kvøld verður nógv broytt í mun til liðið í fyrra dystinum, sum endaði við einum 3-0 sigri til Fulham.

 

Fyri aðru ferð í føroyskari fótbóltssøgu er eitt Premier League lið úr Onglandi í Føroyum í fótbóltsørindum. Tað er tó ikki til at síggja á tíðindafundinum, sum felagið hevði á Hotel Føroyum í gjár. Bara umboð fyri Miðlahúsið møttu frá føroyskari síðu.

 

Martin Jol tóktist vera avslappaður og hevði ongan hug at siga nakað býtt, sum kundi bíta hann í bakpartin, skuldi Fulham komið í trupulleikar í kvøld. Spurdur um hetta ikki bara er ein avgreiðsluspurningur fyri teir, svaraði hann soleiðis:

 

- Tað er týdningarmikið at vit fáa okkara spæl at rigga og fáa fram nøkur ting í spælinum hjá okkum, sum vit vilja. NSÍ vísti nakrar góðar taktir í fyrra dystinum og teir vóru væl skipaðir. Vit skulu finna loysnir upp á tey góðu tingini hjá teimum, segði Martin Jol á tíðindafundi á Hotel Føroyum í gjár.

 

Fulham venjarin hevur heldur ikki hug at ilskast inn á at skula til Føroyar at spæla Europa League fótbólt.

 

- Vit hava bæði beinini niðri á jørðini og eru vanlig menniskju. Fótbóltur verður spældur um allan heimim undir ymiskum umstøðum, eisini í Føroyum. Tað fyrihalda vit okkum til. Tað eru eisini feløg, ið koma til Craven Cottage og halda at tað er annarsleiðis frá umstøðunum sum tey spæla á til dagligt, segði Martin Jol um at spæla Evropa League dyst í Føroyum

 

Fulham stillaði upp við sterkastu uppstilling í fyrra dystinum, hóast mótstøðan kom úr Føroyum.

 

- Kappingarárið hjá okkum er akkurát byrja og allir leikararnir hava brúk fyri at fáa dystir í beinini. Støðan hevði verið tann sama, eisini um vit spældu í móti øðrum liðnum úr øðrum londum, segði Martin Jol til tíðindafundin í gjár.

 

Fulham liðið verður broytt til í kvøld. Millum annað er liðskiparin, Danny Murphy, ikki við á ferðini.

 

- Philippe Senderos, Stephan Kelly og Jonathan Greening koma allir at spæla í annaðkvøld, umframt onkrar aðrar broytingar, segði Martin Jol at enda.

 

Dysturin millum NSÍ og Fulham verður í kvøld klokkan 18:45 á Svangaskarði.