Martin Joensen á Okkara Voxbotn

Voxbotn hevur spent seg út í ár. Á stóra høvuðspallinum koma risanøvn úr Føroyum og útlandinum, men eisini á minna trubadurpallinum verður góðskan høg.

 

Og nú avdúka fyriskipararnir, at ein av teimum, ið fer at framføra á trubadurpallinum, verður Martin Joensen.

 

Tá Martin Joensen varð heiðraður í Norðurlandahúsinum fyri sítt lívsverk fyri skjótt nógvum árum síðani, gjørdist veruliga sjónligt, hvussu nógv dámligi vestmenningurin hevur ríkað føroyska mentan. Hansara sangir frá Vestmonnum, Kræklingum, úr sjónleikinum Skuggagestir og løgini av soloútgávunum, eru sannir sangskattir. Síðani tá hevur Martin verið meira virkin enn nakrantíð við fleiri útgávum og konsertum um alt landið.

 

- Hvar enn Martin fer á pall, hevur hann serlig evni at bergtaka og siga søgur við sínum sangum. Tað var tí eingin ivi um, at Martin átti eitt pláss, tá Føroya besti trubadurpallur verður settur upp í Voxbotn.Vit gleða okkum at hoyra Martin leska okkum við sangum sum Svarti Ravnur, Morgun, í tínum eygum, Ró, 60’ini og nógvum øðrum, og ja, tað er loyvt at syngja við, siga fyriskipararnir.