Martin Joensen í Christianskirkjuni í morgin

Sunnudagin klokkan 17 verður konsert við Martin Joensen í Christianskirkjuni.

Sunnudagin klokkan 17 verður konsert við Martin Joensen í Christianskirkjuni. 

 

Martin Joensen fer at framføra nakrar av sangskattum sínum, samstundis sum hann eisini fer at greiða frá lívinum, og tá hann stóð á einum vegamóti og valdi eina nýggja lívsleið.

 

Hóast tekstirnir hjá Martini oftast eru merktir av einum løttum og viðhvørt skemtiligum huglagi, so hómast tó eisini í fleiri teirra ein meiri álvarsligur dámur. Hetta sæst m. a. í niðurlagnum á góða sanginum Morgun: »Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit.« Greiður og sigandi tekstur, ið samstundis situr væl.

 

– Vælkomin á konsert í Christianskirkjuni, heilsa tey úr Klaksvík.