2. páskadag kl. 20 verður forvitnislig cafékonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað er bólkurin Martin Joensen Band, sum eftir vetrarstøðg aftur letur hoyra frá sær. Á konsertini verður m.a. at hoyra nýggjari tilfar, sum bólkurin í løtuni er við at innspæla í Jakzac Studio. Trivið verður sjálvandi eisini í teir meira kendu sangirnar hjá Martini Joensen.
Bólkurin hevur verið rættuliga virkin seinastu trý árini, og hevur m.a. luttikið á teimum báðum seinastu G!festivalunum umframt á MJÚS 2005, og ikki kann sigast annað, enn at skoðsmálini hava verið góð.
Teir, ið mynda bólkin eru: Pauli Magnussen, bass, Eyðun Hansen, guitar, Jónleif Jensen, trummur, Jákup Zachariassen, guitar/steelguitar og Martin Joensen, sang og guitar.
Tilfarið, ið bólkurin hevur á skránni, er alt skrivað av Martini Joensen og lagt til rættis av bólkinum í felag.