Martin man vera best kendur fyri løgini Ró og Morgun, sum bæði javnan eru at hoyra í loftmiðlunum.
Higartil eru 4 útgávur hjá Martini komnar á marknaðin: "Morgun" í 1985, "Skuggagestir" (við manning úr sangleikinum við sama heiti) í 1990, "Hált í Støðum" 1995 og "Áraløg" í 2002.
Tað verða serliga løg úr hesum útgávum, ið vera at hoyra leygarkvøldið. Men eisini løg, sum Martin hevur skrivað til onnur, millum annað Vestmenn, eru á skránni.
Martin er umboðaður við fleiri enn tríati sangum í Grønu Sangbók, umframt tveimum í Songbók Føroya Fólks.
Tónleikabókurin hjá Martini fevnir um væl royndar kreftir í føroyska tónleikaumhvørvinum. Nevniliga Paula Magnussen, sum leggur botn undir við tryggum og skapandi bassspæli, eminenta guitarleikaran Eyðun Mohr Hansen, og trummusnillingin úr Sandoynni, Jónleif Jensen, sum hevur lært mangan vónarríkan
ungling fyrstu taktsløgini á rútmutrummuna og hi-hattin. Martin spælir sjálvur akkustiskan guitar og syngur.
Stutt sagt kunnu tey, ið leita sær inn í Atlantis leygarkvøldið vænta sær eina akkustiska ferð gjøgnum tónleikauniversið hjá Martini Joensen, har rúm er fyri bæði friðarligu Morgun- balladunum, svingandi Trýssunum og rokkandi Svarta Ravninum.