Martin in memoriam

Eg heilsi tær á ytstu gátt

runnur av teirri rót,

sum kendi heilagt hetta landið,

hav og mold og grót,

í bø og haga livdi tú

í bjørgum og á miðum,

fekk sálarbreyð úr halgubók,

úr søgn og fornum siðum.

(úr yrking hjá Karsten Hoydal)

 

Altjóða arbeiðaradagurin var júst farin afturum, tá Martin Eidesgaard á Tvøroyri legði eyguni saman og gav seg inn í ævinleikan, 87 ára gamalur.

 

Ein altjóða arbeiðari um nakar, hevur fyri seinastu ferð verið á sjónum eftir fongi. Koyrt sær ein túr á prutlinum. Verið uppi á trøðni omanfyri húsini undir Hválinum og velt ella ambætað seyðinum. Skoðað inn í Rangábotn, út á Valin og út á Trongisvágsfjørð, har hann sá alt tað virksemið, øll tey skip, øll tey feløg og øll tey fólk fyri sær, sum hann hevði lagt sítt lív og sína sál í.

 

Fyri seinastu ferð hevur Martin dansað, sungið og kvøðið í góðum veitslulag. Oyst av sínum royndum og úr síni livandi søguskjáttu. Skemtað við sínum frágera góðu frásøguevnum, har setningarnir við sínum sermerktu herðingum og tvørámáliskum sótu sum ørvar í láturvøddarnar hjá móttakaranum.

 

Og fyri seinastu ferð hevur hann biðið Ásu, Martini yngra, Hervør, Anniku og Helga farvæl. Tykkum, ið hjarta hansara fremst av øllum sló fyri, og sum hann var so errin av. Tit eru lykilin til gátuna um, hvussu ein maður kundi vera so lívsfúsur, so virkin, so søgufróður, so skemtiligur, so klárur og ungdómmiligur til sína seinastu løtu. At tað eydnaðist at fáa tykkum øll savnað á sjúkrahúsinum, áðrenn hann sigldi seinasta teinin, hevur gjørt Martin eydnusaman.

 

Eydnuna søkti Martin sjálvur alt lívið. Ikki í gørðum og góðsi balda. Men í dagliga stríðnum at vinna eina líkinda innløgu og úrtøku til familju, stætt, heimbygd og land. At seta búgv. At seta við og skapa komandi ættarliðunum betri kor, enn honum og hansara varð unt. At liva og virka saman við og fyri teimum, ið góvu honum styrki.

 

Strev Martins var frá barna- og ungdómsarúm í heimbygdini. Verkliga við øllum arbeiði, ið beyðst á landi. Á fiskaplássunum, á keiini, í kolanámunum í Rangábotni. Og síðani øll manndómsárini á sjónum kring alt Norðuratlantshav, har hann ongantíð fírdi fyri at royna nýggjar, ókendar leiðir og leita upp inntøkumøguleikar.

 

Og bæði verkliga og andliga stríddist Martin frá ungum árum fyri at fylkja fæloysingar. Fakfelagshugsjónin og politiska kósin var greið sum eitt nýegnt línustykki. Hjá honum var frælsi, javnaður og brøðralag hvørki bringuprýði ella fótatraðk. Tað var livað lív og kontant krav, tí hann hevði frá barnaárum livað í stættarsamfelagnum og á egnum kroppi og sinni merkt eyðmýkjandi munin á mannavirði hjá teimum, ið áttu, og teimum, ið bert høvdu sína arbeiðsmegi at selja.

 

Martin hevur verið millum tey fremstu at givið verkamanna- og fakfelagsrørsluni hold og blóð. Hann var millum teirra, ið hava tikið veruligu stríðini og vunnið rættindi, ið síðani hava verið sjálvsøgd hjá eftirkomarum. Og tíbetur hevur hann sum heimildarmaður brúkt sítt sterka minni og sítt frásøgukynstur til, at partar av sosialsøgu Føroya kunnu berast til seinnu ættarliðini – hóast hesin partur av Føroya søgu er alt ov lítið granskaður og lýstur.

 

Ber tað yvirhøvur til hjá nýggjastu ættarliðunum at skilja tær lívsumstøður, tey stríðini og tær kollveltandi broytingarnar, ið lívsverk Martins stendur sum so lýsandi dømi fyri?

 

Svarið er tíverri helst: Nei.

 

Men Martin gjørdi tó sítt til, at vit í hvussu er kunnu royna – og hava møguleikan – at fata partar av tí.

 

Eg var so heppin at koma í samband við Martin og at knýta vinarbond við hann, seinastu 11 árini av lívi hansara. Hetta komst av, at eg saman við Bjarnheðini í Hoyvík og Mikkjali Øster varð settur at standa fyri sendingunum hjá Sjónvarpi Føroya um Grønlandsútróður. Tað var Lions Club í Vágunum við nógvum góðum monnum aftanfyri, ið átti hugskotið og hevði savnað pening til hesa verkætlan, har eitt lið av Grønlandsfararum skuldi vitja aftur á slóðina á teimum gomlu útróðrarplássunum. Vágamenninir fingu samband við nógvar útróðrarmenn, ið kundu hugsast at koma við á ferðina. Og harímillum játtaði Martin, ið tá var 77 ára gamal.

 

Hesin túrur aftur á útróðrarplássini í oyðimørkini við vesturstrond Grønlands og í Føringahavnini, gjørdist uppliving fyri lívið. Vit búleikaðust 15 mans umborð á einum gomlum politibáti í tvær vikur, har vit sigldu inn á plássini og gjørdu upptøkur við heimildarmonnunum frá morgni til myrkurs.

 

Og satt at siga høvdu vit ímyndað okkum, at Martin, sum var aldursforseti í ferðalagnum, kanska fór at møðast og halda tað vera í strævnari lagi. Men tað var beint tvørturímóti. Martin var sum fiskurin og var ein ótrúligur heimildarmaður og felagi at ferðast saman við. Hann hevði róð út í Grønlandi bæði fyri og eftir seinna heimsbardaga. Og Martin var tikin úr leikum sum frásøgumaður. Hann gjørdi søguna ljóslivandi fyri okkum, so vit sóu fyri okkum bátsmanningarnar, kendu stríðið, sorgirnar, gleðirnar, vandastøðurnar, longsulin og veiðihugin.

 

Síggi fyri mær, tá vit komu inn í Ravnoynna og Martin setti fótin á land aftur í Valaravíkini, við sama skúrin, sum hann hevði verið í 1939 saman við sínum skipsfeløgum av Valinum á Tvøroyri. Tað var ein burturav rørandi løta. Skúrurin stóð enn heilur, og Martin mintist hvønn lut og hvønn bátsfelaga. Og honum so líkt, dugdi hann bæði at lýsa tær sterku kenslurnar og at skemta og fegnast í senn. Tár og sjongur gingu hond í hond.

 

Og eitt annað lýsandi dømi um frásøguevni og persónligheit hjá Martini, var tá hann greiddi frá um heimferðina í 1939 við damparanum Niels Finsen. 350 mans búleikaðust í lastini omaná saltfiskinum, tá damparin rendi seg í ódnarveður á Kappanum. Hann fekk fleiri stórar sjógvar, ið snýstu nógv omanav skipinum, og tað var um reppið, at teir gingu burtur. Martin greiddi málandi frá ruðulleikanum í lastini: Sjógvur rann í lastina, alt var bølmyrkt og menn róptu. Bensintunnur høvdu bóltað og alt rann í bensini, so ongin tordi at bresta ein svávulpinn til tess at tendra lampurnar.

 

Martin slapp sær so upp á dekkið gjøgnum eitt mannhol at vita hvussu støðan var. Har stóðu summir og loraðu spannir upp og niður úr lastini at fáa sjógv og bensin fyri borð. Martin tók í við teimum, men tá hann hevði staðið eina løtu, hugsaði hann: “Nei! Skal jé standa her og oysa ein dampara tóman við pøs? Tað kann onki nytta!” Og hann slapp sær so aftur móti apteringini har afturi.

 

Men hóast Martin ikki oysti Niels Finsen tóman við pøs, so oysti hann av síni góðsku, hvar hann kom. Eftir Grønlandstúrin høvdu vit regluligt samband, og eg havi eftirhondini sitið væl mangar ferðir uppi hjá Ásu og Martini undir Hválinum. Hvørja ferð við óendaligum blíðskapi og góðari samveru. Tú fórt altíð ríkari, klókari og glaðari heimaftur – ja, tað var sonn sálarbót at vera saman við Martini og stundum hevði tú ilt í búkinum, sum tú hevði flent. Og fáur kundi smílast og flenna so hjartaliga við øllum kroppinum, sum Martin. Tað var eins og hvør vøddur spældi eitt vinarlag, tá tú hitti hann.

 

Niðanfyri húsini undir Hválinum liggur eitt akker, sum Martin við taljum og endum og knossi fekk drigið heilt niðan í brattlendið, á sama hátt sum alt tilfarið til húsini, ið hann og Ása bygdu. Akkerið ímyndar eitt lísverk og ein mann, sum søkti so mong mið á ókendum leiðum, men hvíldi í sær sjálvum við tryggari grund hjá teimum, ið stóðu hjarta hansara næst.

 

Fólk sum Martin fáa sjáldan minnisvarðar reistar eftir seg. Men tey hava reist so nógvar varðar eftir seg í samfelagsmenningini, sum vit øll byggja okkara lív og vælferð á í dag. Tær veruligu søgurnar bíða enn eftir at verða skrivaðar.

 

Góði Martin. Takk fyri títt verk, tína smittandi lívsgóðsku, tín lívsvísdóm og títt vinarlag. Hvíl í friði, kæri vinur.

 

Við tíni rødd í oyranum

orðum kvirr sum fræ,

eg snúgvi mær á lívsins leið

inn í ein nýggjan dag,

og glatast hugmál tíni eld

í gloymsku um mín veg,

tó nælir fram við gøtum tað,

tú legði niður í meg.

(K.H)

 

Høgni Hoydal