Martin Hummeland: ? Hatta var sum ein finala skal vera

Men umboðsmaðurin hjá brasilumonnunum sigur, at bæði hann og spælararnir eru greiðir yvir, at tað skal stríðast fyri søkini á føroysku vøllunum

Skjóti vongurin hjá vestmenningum, Martin Hummeland, var sum vera man sera fegin um steypasigurin leygardagin, ikki minst tí kvinnurnar eisini høvdu vunnið beint frammanundan.

? Tað var ótrúliga stuttligt, at bæði kvinnurnar og vit skuldu vinna, sigur Martin Hummeland.

? Tað er júst soleiðis, ein finala skal vera. Dysturin var spennandi, og áskoðararnir gjørdu eisini sítt, og sum heild var hetta ein góð reklama fyri hondbóltin.

Martin heldur, at tað fyrst og fremst var viljin og so góða málmansspælið hjá Eli Müller, sum bar liðið fram til sigurs.

? Hugburðurin hjá okkum var eisini nógv betri hesaferð, enn hann hevur verið móti StÍF. Vit royndu at forða teimum á vengrunum, har vit fyrr serliga hava havt trupulleikar av John Petersen úti í vinstru síðu. Og eg haldi, at tað riggaði væl, sigur Martin Hummeland og leggur afturat, at teir eisini vóru fyrireikaðir uppá, at strandingar fóru at pilka Áka Olsen burtur úr spælinum.

? Hetta var ótrúliga stuttligt at uppliva, ikki minst tí kvinnurnar eisini vunnu ? nakað sum kanska var eitt sindur óvæntað.