Martin hevur vant einaferð og verður við í Sørvági

Fyrsti dysturin í nýggju landskappingini verður seint seinnapartin í dag

Steffen Landro er nýggjur venjari í 07 Vestur, og saman við honum eru fleiri nýggir útlendskir spælarar í Vágum

Tað verður Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági, sum fer at bríksla fyri fyrstu ferð í 2024 landskappingini.

 

Tað hevur verið kappast um FM á hvørjum ári síðani 1942. Undantakið var í 1944, tá ið tað ikki vóru umstøður at kappast. Sostatt er tað 82. kappingin um FM heitið, sum tað seinnapartin verður farin undir.

 

Dagsins dystur verður í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av Víkingi.

 

Meðan tað mesta líkist sær sjálvum í Víkingi, tá ið sammett verður við í fjør, so er heilt nógv nýtt á Dungasandi í Sørvági.

 

Jóhan Petur Poulsen er framvegis venjari í Víkingi, og ferðalagið, sum nú fyrireikar seg at ferðast úr Sarpugerði og vestur í Vágar, er tað sama, sum tað oftast var í fjør. Nýggi álopsspælarin Jørgen Nielsen er skaddur, og tað er Andreas Lava Olsen eisini. Í gjárkvøldið vandi Martin Klein Joensen fyri fyrstu ferð í ár í Sarpugerði, eftir at hann síðani stutt eftir kappingarlok í fjør fór til Íslands at royna seg í fótbólti. Martin er á listanum hjá Víkingi í dag.

 

Í 07 Vestur er norski Steffen Landro nýggjur venjari, og tað eru átta nýggir útlendskir spælarar í hópinum: Sebastian Linett John, Magnus Isager, Mads Christiansen, Emil Grønn Pedersen, Filip Bratbakk, Kevin Egell-Johnsen, Maxwell Effiom og Benni Smales-Braithwaite.

 

Maxwell Effiom er ikki enn komin til Føroya og Benjamin Smales-Braithwaite bíðar eftir loyvunum. Julian Mouritsen er skaddur.

 

07 Vestur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.

 

 

 

1.deild

 

Í dag

 

NSÍ – FC Hoyvík: Leivur Zachariassen kl. 13.00

 

B36 – FC Suðuroy: Áki L. Hansen kl. 13.00

 

AB – HB: Rani A. Skaalum kl. 14.00

 

B71 – KÍ: Høgni Madsen kl. 15.00

 

Í morgin

 

TB – Víkingur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

Steffen Landro er nýggjur venjari í 07 Vestur, og saman við honum eru fleiri nýggir útlendskir spælarar í Vágum