Martin heldur vetrarfrí á øðrum plássinum - og Heini á næstaftasta plássinum

Aarhus Fremad og Thisted spældu í dag seinastu kappingardystirnar í hesum árinum

U21-landsliðsleikararnir, Heini Fossdalsá Sørensen hjá Thisted og Martin Agnarsson hjá Aarhus Fremad kunnu nú halda vetrarfrí.

 

Seinastu kappingardystirnir vóru leiktir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Martin var við frá dystarbyrjan, tá Aarhus Fremad leikti javnt 0-0 móti Frem í Valby. 

 

Lukkutíð fyri Aarhus tapti Middelfart á heimavølli 0-1 fyri Næstved, og tí kunnu Martin og liðfelagarnir halda vetrarfrí á øðrum plássinum.

 

Aarhus er nummar tvey í deildini við 29 stigum fyri 16 dystir. Teir eru tvey stig frammanfyri Middelfart. Fremad Amager er greitt oddalið við 35 stigum.

 

Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted taptu á heimavølli 2-4 móti AB. Longu tá 17 minuttir vóru leiktir var Thisted aftanfyri 0-3.

 

Heini og liðfelagarnir vístu tó góðan moral í seinna hálvleiki. Tá 71 minuttir vóru leiktir minkaði Christian Hørby um munin til 1-3 við einum brotssparki, og sjey minuttir seinni legði Heini eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá AB, ið var stútað í netið til 2-3, og so var spenningur aftur í uppgerðini. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti AB sigurin.

 

HER  ber til frá facebook-síðuni hjá Thisted at síggja góða uppleggið hjá Heina til 2-3 málið. 

 

Thisted heldur vetrarfrí á ellinta og næstaftasta plássinum við 17 stigum. Teir hava fimm stig upp til HIK á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

8. mars spælir Aarhus Fremad oddadyst móti Fremad Amager á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus. Dagin eftir spælir Thisted dyst á útivølli móti Næstved. Eftir tað eru fimm dystir eftir at leika í grundspælinum.