Martin Hammer 75 ár

Hósdagin 21 apríl fyllir Martin Hammer á Nesi 75 ár.

Martin er ættaður av Tvøroyri og er sonur Símun og Helenu Hammer. Tey fingu 9 børn og av teimum eru enn 8 okkara millum.
Sum ungur fór Martin til Danmarkar á Haslev Udvidede Højskole. Hetta dámdi honum avbera væl, og hevur hann ofta tosað um hvussu góð og lærurík hendan tíðin var fyri hann. Serliga væl dámdi honum at sita undir Orðinum frá tí vælkenda prestinum, Christian Bartholdy sála.
Hin 24. apríl 1962 giftist Martin við Danu Hansen, ættað úr Gerðinum á Nesi. Tey búsettust í Tórshavn. Tey fingu 6 børn saman. Elsti sonur teirra, Jóhan bleiv einans 5 dagar gamal. Hini børnini hava higartil vælsignað Martin og Danu við 16 abba- og ommubørnum.
Eitt skifti arbeiddi Martin sum slaktari í Kjøtbúðini hjá Otto Reinert í Tórshavn, samstundis sum hann bygdi hús á Argjum. Bæði Martin og Dana vóru um hetta mundi sera virkin í Meinigheitshúsinum í Havn. Dana hevði Streingjakórið sum mong minnast aftur á við gleði.
Men sum tíðin gekk vaks hugurin og longsulin hjá Martin eftir at standa dagliga í Harrans tænastu. Hetta førdi hann inn sum trúboðara hjá Heimamissiónini. Hann hevði sítt virkið fyrst í Klaksvík frá 1972-78, og síðani á Tvøroyri heilt til juni mánaða í 1989! Martin var ein sera avhildin trúboðari. Hann vitjaði útoyggjarnar sum fáur. Eitt serligt hjarta hevði hann fyri Skúvoynni sum hann vitjaði regluliga heilt til hann vegna sjúku ikki megnaði hetta longur. Hann hevði Missiónsvikur í øllum bygdum og kom at standa í mongum vekingum. Hann var ein sum vitjaði øll fólk. Hann tók ikki dagar ímillum í hvørji samkomu tey hoyrdu heima í. Tað brann í hjarta hansara eftir at síggja menniskju koma til trúgv. Hansara virksemi sum trúboðari var bygt á tað sum Paulus sigur í Gal 6,14: Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum.
Eftir at Martin var noyddur at leggja frá sær sum trúboðari í 1989 búsettust hann og Dana í barnaheiminum hjá Danu á Nesi. Har búgva tey bæði enn. Á Nesi hevur Martin serliga fingið mangar vinir í egningarskúrinum hjá Glúpi. Har var hann fastur egnari heilt til hann vegna blóðtøpp í heilan var noyddur at leggja frá sær á vári 2001. Hetta bleiv ein dyggur smeitur fyri Martin. Tí væl dámdi honum at práta við alskyns fólk, men blóðtøppurin gjørdi so stóran skaða, at hann síðani henda dag hevur sitið bæði lamin og málleysur. Hóast hetta hevur hann ongantíð mist lívsmótið. Lovsongurin sum altíð ljóðaði á hansara vørrum býr enn í hansara hjarta. Tær foldaðu hendurnar bera enn boð um at trúgvin á hin upprisna og livandi Jesus Kristus heldur honum uppi til hansara síðstu sælu stund!
Tær verður yngst hjartaliga tillukku á tínum stóra degi og ein tøkk verður eisini send til Danu sum so trúðfast hevur verið um teg hesi 4 árini tú hevur verið sjúkur.