Martin Johannessen úr Klaksvík er ein av heimsins bestu íðkarum í sonevndum racerunning. Hetta prógvaði hann enn einaferð um vikuskiftið, tá hann luttók í eini altjóða kapping í Keypmannahavn.
Martin Johannesen luttók í kappingini á 60 metrum og 100 metrum. Í kappingini á 60 metrum gjørdist hann nummar fýra og á 100 metrum nummar seks. Í báðum førum skavaði hann næstan hálvtannað sekund av tíðunum frá kappingini í fjør. Teir 100 metrarnar rann hann við tíðini 28,37 sekund í mun til 30,00 í fjør og á 60 metrum kom hann á mál við tíðini 17,31, í mun 18,88 í fjør.
Racerunning er ein ítróttargrein fyri fólk, ið hava trupulleikar við javnvágini. Kappinginin fer fram á eini rennirbreyt og luttakararnir renna við eini trýhjólaðari súkklu, ið hjálpir teimum at halda javnvágini, meðan teir renna.
Við portal.fo sigur Martin Johannessen, at hann er væl nøgdur við sítt avrik, hóast hann akkurát ikki megnaði at vinna eitt heiðursmerki.
- Hetta er tað skjótasta eg havi runnið. Heiðursmerkið kom ikki, men avrikið hevur alt at siga fyri meg, sigur hann.